Tónasmiðir krevja 9,9 mia. kr. í endurgjaldi frá Spotify


Spotify verður nú hálað í rættin við kravið um endurgjald á 9,9 milliardir krónur fyri at hava brotið rættindini hjá tónasmiðum.





Tað er tónleikafelagið Wixen Music Publishing, sum hevur stevnt Spotify. Sambært ákæruni hevur Spotify uttan loyvi givið atgongd til fleiri túsund sangir, sum Wixen Music Publishing umsitur rættindini fyri.



Talan er um sangir hjá m.a. Tom Petty, Janis Joplin, Beach Boys, Neil Young, Stevie Nicks og The Doors.



Sambært ákæruni hava Spotify og Wixen Music Publishing fyrr havt samráðingar um eina avtalu, men samráðingarnar bóru ongantíð á mál.



Spotify er fyrr ákært fyri líknandi brot. Um várið 2017 gjørdi Spotify semju, har felagið skuldi gjalda 43 mió. dollarar til fólki við útgávurættindum, tí at Spotify ikki hevði goldið fyri at brúka teirra tónleik.