Træskipini savnast í Havn

Fyri løtu síðani savnaðist ein vakur floti av træskipum nærhendis Hoyvíkshólk fyri at sigla í felag inn á Havnina sum byrjanina upp á Føroya Regatta 2016.





Í kvøld verður hugni, tónleikur og røður, tá skipini hava lagt seg við Høgukai undir Müllers Pakkhúsi.





Fyrrapartin í morgin leggja skipini so á Suðuroyarfjørð við kós móti Vági har stóra norðurlendska Strandamentanarstevnan er í ár. Farið verður av Havnini um 10-tíðina.





Les eisini: Løgmaður setir stranamentanardagarnar