Trailari fór tvørtur um vegin á Gøtueiði


Nógvi kavin hevur skapt ruðuleika ymsa staðni kring landið. Á Gøtueiði steðgaði ferðslan í morgun, tí at ein trailari fór tvørtur um vegin, skrivar r7.fo.



Stóri trailarin var á veg norðureftir, tá hann fór á glið. Trailarin setti seg fastan tvørtur um vegin, og boð varð sent eftir gravmaskinu.



Gravmaskinan fekk trailaran upp á beint, og koyrandi varð aftur.