Tríggjar hálvfinalur í kvøld


Komandi dagarnar standa finaluplássini uppá spæl í Faxe Kondi kappingini. Sunnukvøldið verður greitt hvørji lið hittast í finalunum hjá kvinnum og monnum.

Hjá kvinnum eru báðar tær fyrru hálvfinalurnar á skránni í kvøld. Hjá monnum spæla H71 og Neistin, meðan klassikarin millum Kyndil og VÍF verður í annakvøld. Tað eru liðini, ið vunnu sín bólk, ið hava útivølli fyrst.

Hjá kvinnunum hava Kyndil og VÍF ein greiðan favorittleiklut, meðan tað tykist meira opið í hálvfinalunum hjá monnum. Í kvøld hava kvinnurnar úr Vetmanna tó eina trupla uppgávu í Vági, har VB kann tryggja sær eitt gott útgangsstøði undan seinna dystinum. Kvinnurnar hjá H71 spæla eina søguligu hálvfinalu í kvøld, eftir at hava tryggjað sær víðari luttøku sum nummar tvey í sínum bólki. Eftir hálvfinaluna millum H71 og Kyndil, tekur nummar tvey í FTZ-deildini ímóti oddaliðnum í Hoyvík.  


Mikudagur 7. feb. kl. 18.30 H71 – Kyndil
Mikudagur 7. feb. kl. 20.00 H71 – Neistin
Mikudagur 7. feb. kl. 20.00 VB – VÍF


Hósdagur 8. feb. kl. 20.00 Kyndil – VÍF