Trump við Kim: Mín kjarnorkuknøttur er størri enn tín

Orðakríggið millum amerikanska forsetan, Donald Trump, og norðurkoreanska leiðaran, Kim Jong-un, gjørdist í gjár ein stórpolitisk kapping um hvør hevur størst.





Trump valdi sostatt at brúka yndismiðil sín, Twitter, til at ávara Norðurkorea um, hvussu valdsmikil kjarnorkuvápn USA hevur.





- Norðurkoreanski leiðarin, Kim Jong-un, hevur júst boðað frá, at kjarnorkuknøtturin altíð stendur á skrivaraborði hansara, leggur forsetin út við í stinasta tweet’inum.





- Kann onkur í hansara úttømda og svøltandi stýri vinarliga kunna hann um, at eg eisini havi ein kjarnorkuknøtt, men hann er nógv størri og sterkari enn hansara, og mín riggar, leggði forsetin afturat.





North Korean Leader Kim Jong Un just stated that the “Nuclear Button is on his desk at all times.” Will someone from his depleted and food starved regime please inform him that I too have a Nuclear Button, but it is a much bigger & more powerful one than his, and my Button works!

— Donald J. Trump (@realDonaldTrump) 3. januar 2018







Kim Jong-un segði í nýggjársrøðu síni, at hann altíð er til reiðar at trýsta á kjarnorkuknøttin.





- Kjarnorkuknøtturin er altíð á skrivaraborði mínum. Hetta er ikki ein hóttan, men so er veruleikin, segði Kim Jong-un mánadagin sambært Reuters-tíðindastovuni.





Viðmerkingin kom, eftir at vikurskiftini millum USA og Norðurkorea eru harðnað hesar seinastu mánaðirnar.





- USA skal vera tilvitað um, at vit nú eru eitt kjarnorkuveldi. Okkara kjarnorkuvápn røkka alt USA. USA kann aldri byrja eitt kríggj móti mær og okkara fólki, segði norðurkoreanski leiðarin í nýggjársrøðu síni.





Orðaleikurin frá Kim Jong-un hevur verið harður alt 2017, og spenningurin millum Norðurkorea og umheimin er øktur alsamt, sum menningin av kjarnorkuskipanini við langtrøkkandi rakettum er hildin fram.





Í desember samtykti ST trygdarráðið nýggj tiltøk móti Norðurkorea. Tað hendi í eini roynd at avbyrgja landið enn meira fyri at fáa tað at broyta kós í kjarnorkupolitikkinum.