Trý vilja verða stjóri á Havstovuni


Freistin at søkja starvið sum stjóri á Havstovuni varð úti í gjár. Starvið sum stjóri er áramálasett.



Eilif Gaard er stjóri á Havstovuni, men nú áramálið er farið, skal søkjast eftir nýggjum stjóra. KVF skrivar, at Fiskimálaráðið sigur, at tríggjar umsóknir eru komnar til starvið sum stjóri á Havstovuni.