Tunnusláttur á sjónum og á landi


Tórshavnar Froskmannafelag skipar fyri almennum tunnusláttri á sjónum niðri í Vágsbotni leygardagin 10. februar. Tunnuslátturin verður á sjónum fyri vaksin og á landi fyri børnum. Sambært veðurforsøgnini verður turt (á landi).



Tunnuslátturin á sjónum er fyri øll vaksin, sum hava turr- ella vátdrakt.



Um kvøldið verður tunnuslátturin uttanfyri Bátafelagið. Faroe Dive stuðlar við vinningum.



Havkajakkir, polokajakkir, vátdraktir o.a. verður til taks til tey, sum ynskja at royna seg.



- Tórshavnar Froskmannafelag.