Um 150 hval hava lagt beinini


Grindin, sum bæði varð mist og funnin aftur í dag, hevur nú lagt beinini á Gøtusandi.



Sum skilst gekk drápið skjótt og væl. Mett verður at talan er um 150 hval.



Nógv fólk eru á Gøtusandi í góðveðrinum í dag, bæði fólk sum forvitnast og fólk, sum luttaka í drápinum.