Ungur maður leyp á húsfólk í Sandavági


Beint eftir klokkan 22:00 í gjárkvøldið fór løgreglan eftir einum ungum manni, sum hevði lopið á eitt húsfólk í Sandavági.



Maðurin var ávirkaður, sigur vakthavandi á løgreglustøðini, og løgreglan valdi at taka mannin við til Havnar.



Maðurin skal avhoyrast í morgun, og síðan fer sakin í rættin sum harðskapsmál.