Upplestur fyri forsetanum

Carl Johan Jensen var millum rithøvundarnar, sum í morgun lósu upp fyri íslendsku forsetahjúnunum á einum bókmentatiltaki, ið varð hildið á ovastu hædd í hugnaligu matstovuni Kathrina Christiansen í morgun.

Tað var Mentamálaráðið, ið skipaði fyri, og ætlanin var, at Rigmor Dam, landsstýriskvinna, skuldi taka ímóti. Men landsstýriskvinnan fekk forfall, og ístaðin traðkaði Gunvør Balle, fyrrverandi sendiharri Føroya til Íslands til sum vertur.

Umframt Carl Johan Jensen, ið las upp eitt brott úr íslendsku týðingini av "Ó - søgur um devulsskap", las eisini Rakel Helmsdal burtur úr "Hon, sum róði eftir ælaboganum". Eisini søgdu Malan Marnersdóttir, Niels Jákup Thomsen og Urd Johannessen nøkur orð um føroyskar bókmentir og bókmentaútgávur.

Eftir hugnaløtuni í barndómsheimi Williams Heinesen, gekk forsetafylgið niðan á Vaglið har Annika Olsen á odda fyri Tórshavnar býráð tók ímóti.

Myndir koma seinni