USA: Norðurkorea fer møguliga at royna nýggja kjarnorkurakett


Amerikanska sendikvinnan í ST, Nikki Haley, boðar frá, at Norðurkorea møguliga fer at gera eina nýggja royndarskjóting við kjanorkurakett. Samstundis ávarar hon Norðurkorea um at føra ætlanirnar í verk.





- Vit hava fingið fráboðanir um at Norðurkorea er í ferð við at fyrireika nýggja royndarskjóting. Eg vóni ikki at tað hendir. Um tað ger, verða vit noydd at seta harðari tiltøk í verk móti tí norðurkoreanska stýrinum, segði Haley sambært DR.



Nikki Haley endurtók, at USA aldrin fer at góðtaka eitt Norðurkorea, sum hevur kjarnorkuvápn.



Norðurkorea framdi 16 royndarskjótingar í fjør, har tann seinasta var í november. Í nýggjárstalu síni egði Kin Jung-un, at Norðurkorea nú er eitt kjarnorkuveldi, og at USA má taka landið alvorligt.