- Vánaligt hjúnaband um man altíð skal tosa um at skiljast


Vit eiga ikki at brúka alt ov nógva tíð at tosa um Føroyar og Danmark skulu vera í sama felagsskapi ella ikki, heldur danski forsætismálaráðharrin, Lars Løkke Rasmussen,





Hetta segði hann millum annað við Dag & viku aftaná ríkisfundin við Leynavatn í dag.





- Tað er eitt vánaligt hjúnaband, um man undir hvørjum døgurða tosar um at skiljast ella ikki, segði danski forsætismálaráðharrin





- Føroyska luttøkan í ríkisfelagsskapinum hevur gjørt at Føroyar eru alsamt meira sjálvstøðugar. Ikki bara formelt, men reelt. Hetta haldi eg, at vit eiga at práta meira um.





- Man kann gott hava formelt sjálvstýri, men hevur man ikki nakran avgerðarrætt, er tað ikki áhugavert, segði Lars Løkke Rasmussen, og segði tað vera positivt at blokkurin fyllir alsamt minni í føroyska búskapinum.





Hann heldur at heimastýrislógin riggar væl og sigur, at heimurin er í eini broytingartíð, og at tað er skilagott við samstarvi, og vónar at tað kann vera ein partur av sjálvstýriskjakinum í Føroyum og Grønlandi.





- Men í síðsta enda er tað ikki mín avgerð. Tað lati eg trygt til føroyska fólkið at avgera.





Hoyr alla samrøðuna her