Veðurstøðir: So nógvur vindur var í nátt


Tað var ymiskt nær ódnarveðrið rakti oyggjarnar. Í suðuroynni var ringast um 5 tíðina í morgun og góðar tveir tímar seinni, um 7 tíðinda var ringast í miðstaðarøkinum.





Hetta vísa Veðurstøðirnar á Portalinum, har allar vindmátingar hjá Landsverki verða samlaðar.





Á Fámjinsvegnum klokkan 5 var mált upp í 58 metrar um sekundið. Klokkan 7 var tað í hvirlunum upp í 61 metrar um sekundið við Norðradalsskarð.

Nú er vindurin minkaður og út á seinna partin minkar hann enn meira.






Síggj veðurstøðirnar her