Venjingarkappingar fyri børn


Eitt nýtt og spennandi kappingarárið stendur fyri framman hjá barna- og ungdómsliðinum í Føroyum.




Nú fáa øll liðini møguleikan at "testa formin" áðrenn komandi kappingarárið, tí sunnudagin 18. mars verður skipa fyri Intersport Mini 2018 í Gundadali fyri U7 til U13 lið.



FSF hevur til komandi kappingarár broytt aldursbólkarnir, so at kappast verður m.a. í U13 og U11. Nýggi aldursbólkarnir vera brúktir í innandura kappingini og verður spælt í fylgjandi aldursbólkum:



U7 (f. 2011 ella seinni)
U9 (f. 2009-10)
U11 (f. 2007-08)
U13 (f. 2005-06)

Kappingin er sjálvandi fyri bæði gentur og dreingir.


Nr. 1, 2, 3 fáa sjálvandi heiðursmerki, meðan vinnararnir eisini sleppa luttaka ókeypis í Intersport Summar Cup.

Melda til á heimasíðuni hjá B36.