- Ikki í lagi at Páll á Reynatúgvu leggur egið uppskot fram


Kristina Háfoss var fyri løtu síðani rættiliga greið á tingsins røðarapalli um broytingaruppskotið hjá løgtingsformanninum og floksfelagnum í Tjóðveldi, Pálli á Reynatúgvu.





- Okkara meining (landsstýrið, red.) er tann, at sjálvandi er tað ikki í lagi. Tá vit hava havt drúgvar samráðingar í samgonguni og eisini hava avtalu við ein andstøðuflokk. Og tá vit hava møtst á miðjuni í øllum lutum í hesi pensjónsskipanini. So tað er ikki í lagi, segði Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum.





Hon segði, at verður eitt tílíkt uppskot samtykt so er eingin pensjónsnýskipan og málið verður tikið aftur.





Sum nakað óvanligt hevur Páll á Reynatúgvu, løgtingsformaður, lagt inn eitt broytingaruppskot til aðru viðgerð av tí eina málinum, tað, sum snýr seg um at hækka pensjónsaldurin stigvíst yvir fleiri ár úr 67 upp í 68.





Les meira her: Spenningur um pensjónsnýskipanina