Við stavi í kavaroki at fáa sær ein kaffimunn


Hjá ferðafólki er ikki altíð neyðugt við sól og summari. Tað eru nøkur ferðafólk á fyrsta ferðamannaskipinum í Føroyum í ár dømi um.





Myndamaðurin Ólavur Frederiksen var farin niðan á Oyggjarvegin at taka myndir, tá hann brádliga kom fram á fýra eldri fólk frá skipinum Magellan. Tey vóru úr Bretlandi, og høvdu gingið allan vegin niðan.





Júst tá kavaði rættiliga illa.





- Nei nei, hetta er øgiliga gott, søgdu tey, tá myndamaðurin spurdi um veðrið ikki var eitt sindur keðiligt at ganga úti í.





Tey leitaðu eftir einum kaffimunni og fingu at vita, at tað kundu tey fáa á Hotel Føroyum, sum kósin varð sett ímóti.