Video: Bøta um vindskeiðirnar á Eirargarði



Nógva staðni í Havn hevur vindurin gjørt skaða fyrrapartin. Trø eru javnað við jørðina, og tekjur og klædningur hava rivið.





Eitt nú á Eirargarði, har vindskeiðin á eftirhondini rættiliga gomlu læknaíbúðunum oman fyri Landssjúkrahúsið tók skaða.





Fólk frá Tórshavnar Sløkkiliði komu á staðið at bøta um og forða fyri at skaðin ikki gjørdist størri.