Video: Brellbiti úr filminum Línumenn


Zacharias Hammer hevur gjørt ein lítlan brellbita av filminum hjá sær "Línumenn".



Fleiri túsund fólk hava sæð filmin norðanfjørðs, og nú leygarkvøldið kl. 19.00 verður hann vístur í SALT á Tvøroyri. Filmurin er tilsamans 160 minuttir.



Í samband við at filmurin nú verður vístur í Suðuroy, sigur Zacharias Hammer:

- Ein fegnast at vera við, tí ein er hálvur suðringur og vaks upp í Hvalba fyrstu 10 árini. Flestu av mínum javnaldrum gjørdist sjómenn. Um ein ikki flutti til Havnar sum 10 ára gamal, eri eg vísur í, at ein í dag var sjómaður.


Brellbitin sæst omanfyri