Video: Tað kundi verið nógv verri


Føroyski veturin kann vera trupul hjá seyðinum. Tað er ein videoupptøka hjá Jóhan Jógvanssyni, bónda í Saksun eitt dømi um.





Júst sum hann kom framvið einum seyðafylgi fór ein ær undir í kavanum. Jóhan fekk bjargað ærini, men tað kundi verið so nógv verri.




- Helst hevði seyðurin havt tað betri um Búnaðargrunnurin ikki var so trekur at lata veltistuðul, so at bóndir fingu nokk av stráfóðri, sigur Jóhan Jógvansson í viðmerking.