Vilja finna Føroya besta tippara


Heimasíðan tippa.fo er vorðin ein fastur fúsur til EM- og HM endaspøl. Omanfyri túsund brúkarar hava nýtt tippa.fo í gjøgnum ár og dag, men nú bretta fyriskiparnir upp av nýggjum við tí endamálið at finna tann besta tipparan av Betri deildini hjá monnum.

Tað er sannroynd at føroyskur fótbóltur kveikir stóran spenning millum føroyingar í øllum aldri. Við tí grundarlagnum skal tippa.fo síggjast sum eitt sosialt univers har føroyingar kunnu luttaka meira aktivt í kappingini við at spáa um úrslit og samstundis gera sína meining til kennar á einum innanhýsis kjakforum.

Hóast tipping verður sett í samband við pening og vinning, so er eingin peningur í tippingini á tippa.fo. Bert stuttleiki. Møguligt er at hava bólkar á síðuni soleiðis at tú tippar beinleiðis ímóti tínum vinfólki.

Áhugin tykist at vera stórur eftir at síðan bleiv virkin sunnudagin. Longu nú hava omanfyri 200 brúkarar meldað seg til. Tann ið liggur á odda tá kappingin er av, kann vænta sær ein vinning ið verður avdúkaður seinni.