Vilja hava atkvøðu um hjúnabandslógina


Miðflokkurin vil hava eina vegleiðandi fólkaatkvøðu um broytingarnar í hjúnabandslógini, sum vórðu framdar farna summar.





Í uppskotið, sum Jenis av Rana og Bill Justinussen hava lagt fyri tingið, verður skotið upp at fólkaatkvøða skal haldast 6. november.





- Hóast fólkið fór í tvíningar, og landið myndaliga brotnaði av um miðjuna, og hóast samgongan fullvæl er greið yvir avleiðingarnar av hesum sera skakandi máli, er ikki komið nógv fram um øll tey, sum bíðaðu eftir at sleppa at gifta seg. Higartil er bert komið alment fram, at tveir bretskir menn eru vígdir í Býráðssalinum í Havn, sigur Miðflokkurin í viðmerkingunum.