Yvirlit: Avlýsingar hjá Strandferðsluni


Strandfaraskip Landsins hevur avlýst fleiri túrar, bæði á bussleiðini og sjóvegis farleiðum.





Leið 7: Vegna verður er túrurin hjá Smyrli kl. 11:00 av Krambatanga og kl. 13:30 av Havnini avlýstur.



Leið 60 og 61: Vegna veður verða bert hesir túrarnir silgdir, tað sum eftir er av degnum: Gamlarætt 11:15, Skopun 16:35, Gamlarætt 17:20. Silgt verður ikki út í Hest.



Leið 66: Vegna veður siglir Sildberin ikki fyribils.



Leið 56: Vegna veður siglir Sam ikki meir í dag.



Leið 58: Vegna veður siglir Ritan ikki í dag.






Leið 100, 101 og 300: Vegna veður koyra leið 100, 101 og 300 ikki fyrrapart. Lýst verður um ella nær koyrt verður aftur.



Leið 410: Vegna veður koyrir leið 410 ikki fyribils. Lýst verður um koyrt verður aftur í dag.



Leið 400: Vegna veður koyra leið 400, 401, 440, 442, 481 og 485 ikki fyrrapartin. Lýst verður tá koyrt verður aftur.



Leið 500, 504 og 506: Vegna veður koyra leið 500, 504 og 506 ikki fyribils. Lýst verður nær koyrt verður aftur.



Leið 700 og 701: Vegna veður koyra leið 700 og 701 ikki í dag.



Meira sæst her.