Savnsmynd (Mynd: Jens Kr. Vang)

Jacob Vestergaard: Frí mikrofon til samgonguflokkarnar



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sverri Egholm

13.09.2017 - 17:36

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

- KVF heldur áfram at marknaðarføra sitandi samgongu. Umboð fyri samgonguflokkarnar fingu fría mikrofon. Ongir kritiskir spurningar. Løgmaður slapp at reypa sær av góðu búskapargongdini, sum hann og samgongan ongan lut eiga í.

Tað heldur Jacob Vestergaard, tingmaður fyri Fólkaflokkin, sum sipar til kjaksendingina eftir Dag & viku í sjónvarpinum í gjár, har

- Landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, Høgni Hoydal, slapp at halda áfram við tóma tosinum um, hvussu fiskivinnan skal mennast undir nýggju skipanini. Høgni og samgongan vita ikki enn, hvussu fiskivinnunýskipanin skal síggja út, og als ikki hvørjar avleiðingarnar verða.

- Skilið hevur ongantíð verið verri enn tað sama, men í Kringvarpinum látast tey sum um, at alt stendur væl til, skrivar Jacob Vestergaard á Facebook.

Síggj kjakið her

Les eisini: Høgni Hoydal: - Vit hava reypað minst og framt mest