Mynd: Ingi Samuelsen

Jacob Vestergaard: ÍSF hevur vissu fyri at golfvøllurin verður bygdur



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kaj Joensen

01.07.2014 - 21:23

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Annað

Óvissan um golfvøllin var orsøkin til, at ÍSF forsetin boðaði Oyggjaleikasambandinum frá, at Føroyar taka boðið um at hýsa oyggjaleikunum í 2019 aftur.

Í grein aðrastaðni á Portalinum vísir Petur Elias Petersen á, at tá endurgjaldið um lendi, har golfvøllurin skal byggjast, ikki er avgreitt, kunnu Føroyar ikki bjóða seg fram sum vertstjóð. Oyggjaleikasambandið krevur fulla vissu fyri, at vertstjóðin kann bjóða 12 ítróttargreinar. Føroyar kunnu við vissu bjóða 11.

Petur Elias Petersen heldur seg ikki hava vissu fyri, at golfvøllurin verður bygdur. Jacob Vestergaard, landsstýrismaður í landbúnaðarmálum, hevur eina aðra áskoðan.

- ÍSF hevur fulla vissu, um tey vilja hava fulla vissu, sigur Jacob Vestergaard.

Tórshavnar Kommuna hevur givið tilsøgn um at byggja golfvøllin á Glyvursnesi. Men festarnir skulu hava endurgjald fyri lendi, og Búnaðarstovan fær ikki avgreitt henda spurningin fyrr enn landsstýrið og kommunan eru vorðin samd um endurgjaldið, sum helst fer at liggja um 10 milliónir krónur.

Landsstýrið er nú sinnað at rinda endurgjaldið, men til tað krevst ein eykajáttan á fíggjarlógini. Jacob Vestergaard fer á Ólavsøku at leggja uppskot fyri løgtingið um eykajáttan.

Men tað er ov seint sambært Petur Elias Petersen. Hesin spurningur átti, og kundi, verið avgreiddur fyri langari tíð síðan. Nú kunnu Føroyar ikki vera vertir í 2019. Seinasta freist var at leygardagin.

Jacob Vestergaard fæst ikki beinleiðis at siga hvat ÍSF forsetin skuldi havt gjørt á fundi leygardagin. Men hann vísir á, at fimm ár er ovmikið av tíð byggja ein golfvøll.

Petur Elias Petersen sigur harafturímóti, at tað er ikki har at trupulleikin liggur. Ávísir tíðarfreistir skulu haldast og trygd má veitast fyri at alt er klárt.

Jacob Vestergaard sigur, at hóast endurgjaldið ikki er formliga avgreitt, so eru fyritretirnar í lagið.

- Vit eru í eini tilgongd, og eg skilji ikki, hví man ikki skuldi verið liðugur í 2019, sigur Jacob Vestergaard.

Les eisini: http://aktuelt.fo/isf+forsetin+tad+nyttar+ikki+at+siga+tad+gongur+nokk.html