Mynd: Norðlýsið

Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen farnir frá í ÍF

Sverri Egholm

07.08.2017 - 19:29

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

- Í kvøld mugu vit tíverri boða frá, at samstarvið við venjaraparið hjá fremsta mansliðnum hjá okkum, Jákup Mikkelsen og Olgar Danielsen, er endað. Samstarvið er endað í sátt og semju við allar partar.

Tað skrivar ÍF á heimasíðu sínari.

- Jákup hevur verið knýttur at felagnum síðan 2010, har hann kom til sum leikari. Fyrrverandi landsliðsmálverjin spældi við okkum til og við 2014, tá hann endaði sína yrkisleið sum leikari. Síðan tá hevur hann verið knýttur at felagnum í leikluti sum venjari.

Olgar kom til sum hjálparvenjari áðrenn kappingarárið í ár fór av bakkastokki.

Enn er eingin annar settur sum venjari, men felagið skrivar, at tey boða frá, tá nýtt venjarapar er sett.

ÍF spælir leygardagin á heimavølli móti Skála.