Jamie Carragher (Mynd: TeamTalk)

Jamie Carragher spýtti eftir 14 ára gamlari gentu



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

12.03.2018 - 12:36

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrrverandi Liverpool leikari Jamie Carragher er veruliga komin í andglettin, eftir at hann spýtti eftir einari 14 ára gamlari gentu eftir 2-1 tapi hjá Liverpool fyri Manchester United.

Carragher sat í bilinum hjá sær, meðan gentan og pápi hennara sótu í sínum bili. Pápin sá at tað var Carragher, sum sat í hinum bilinum, og helt at hann skuldi arga eitt sindur við at Manchester United vann dystin. Carragher sigur, at eftir at pápin hevur rópt nakrar ferðir, og eftir at hann hevði uppliva tað sama fleiri ferðir seinastu tímarnar, gjørdist hann óður og spýtt inn í bilin.

Spýtti rakti 14 ára gomlu gentuni í andlitið, og gentan og pápin vórðu skelkaði. Carragher hevur síðani ringt til teirra og biðið um umbering.

Danska sjónvarpsrásin TV3 hevur gjørt av at Jamie Carragher ikki sleppur at viðmerkja Champions League dystirnar hesa vikuna.

Harumframt skal Jamie Carragher á kreppufund við Sky Sports, har hann er viðmerkjari á Monday Night Football. Tó meta enskir miðlar, at hann ikki verður koyrdur. Hann verður tó ikki at síggja á skíggjanum næstu tvær vikurnar.