Mynd: Eilif Jógvansson

Til Skála at byggja betongkistur til nýggja havnalagið í Tórshavn

Ari av Rana

24.01.2018 - 13:20

Tíðindi > Vinna & Tøkni > Byggivinna

Havnalagið í Tórshavn verður bygt út, og í hesum sambandi byggir J&K Petersen tvær betongkistur, sum skulu verða fyri endanum á Havnarlagnum.

Tann eina betongkistan er 18 metrar høg, meðan hin er 16 metrar høg. Báðar betongkisturnar eru 18 metrar í diametur.

J&K Petersen er farið at stoypa kisturnar nú. Arbeiðið verður gjørt á Skála. Tá arbeiðið á Skála er liðugt, verða betongkisturnar flotaðar og sleipaðar til Havnar.

Eyðfinn Lenvig, tøknileiðari hjá J&K Petersen sigur, at betongkisturnar verða settar út á havnalagið í Tórshavn um juni ella juli mánað.