Jan Bolstad Anthoniussen og hinir NSÌ-fjeppararnir eru til reiðar til steypafinaluna í annakvøld.


(Mynd: JUUl`s-Foto)

Jan Bolstad Anthoniussen: NSÍ-fjeppararnir hava verið í gongd alla vikuna

Agnar Frederiksen

25.08.2017 - 13:34

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Á eystara armi á Skálafjørðinum er finalufepur. U18 liðið hjá NSÌ spælir finalu í í kvøld, í morgin kl.13.00 spælir U14 liðið finalu, og so kl.19.45 er heilt stóri dysturin, tá NSÌ og B36 bresta saman í finaluni um Løgmanssteypið. Ein av høvuðsmonnunum í Guliganz er Jan Bolstad Anthoniussen. Hann sigur soleiðis um fyrireikingarnar hjá NSÌ viðhaldsfólkunum:

- Vit hava verið í sving alla vikuna. Vit hava gjørt nýggj fløgg, bannarar, sangir, róp, og havt tvær rekkjukoyringar runt í teimum flestu gulu bygdunum á Skálafjørðinum, har vit aftaná hava savnað øll saman og vant nýggju sangirnar.

Til steypafinalurnar eru fleiri fólk og betri stemningur enn til dystir í Effodeildini. Jan sigur soleiðis um hvussu dagurin fyri NSÌ-fjeppararnir kemur at síggja út: 

- Øll upphitingin fer fram við Løkin, har ymiskt undirhald kemur at vera. Síðani fara fólkini inn í bussarnar, og so gongur leiðin beinleiðis á Tórsvøll, har hugburðurin verður at um onkur hevur nakra rødd eftir mánadagin, so er tað ikki gott nokk. 

Til seinasta spyrja vit Jan Bolstad Anthoniussen, um hvat hann væntar av dystin:

- Eg vænti mær ein tættan og undirhaldandi dyst, har tað verður góður stemningur, og har vit toga sigurin heim í yvirtíðini.