Mynd: Hvirlan.fo

Jan Elmar til oyggjaleikir fyri fyrstu ferð

Klára Baldursdóttir

23.06.2017 - 19:02

Ítróttur > Ítróttur > Renning

25 ára gamli rennarin úr Klaksvík, Jan Elmar Sørensen, hevur havt eitt gott kappingarár.

Higartil í ár, hevur hann vunnið FM í lendisrenning, Føroyameistariheitið í 10 km, flaggdagsrenningina, FM í hálvmarathon og Norðoyastevnurenningina.

Jan Elmar rennur til dagligt við felagnum Treysti.

- Í løtuni eri eg á venjingarlegu í Sveis. Eg fekk ein skaða í tjúkkan av Norðoyastevnurenningini, so eg havi ikki fingið vant so væl, sum ætlanin var, sigur Jan Elmar.

Hóast hann er ein rennari við nógvum royndum, so var tað ikki fyrr enn á summrið 2014, at venjingin hjá honum bleiv meira miðvís, so hetta er fyrstu ferð, hann skal umboða Føroyar til oyggjaleikirnar.

- Eg dragist eitt sindur við skaðan enn, men nú vóni eg bara at blíva klárur til tíðina.

- Tað er fyrstu ferð eg skal við, og tað er ymiskt hvussu støðið er frá ár til ár, so eg má bara gera ein so góðan innsats, sum gjørligt og um eg fái eitt heiðursmerki, er tað eitt stórt pluss, sigur Jan Elmar Sørensen.

Føroysku ítróttarfólkini og áskoðararnir fara til Gotlands við Atlantic Airways í kvøld. Leikirnir verða settir í annaðkvøld.