(Mynd: venstre.no)

Jan Kløvstad skal aftur arbeiða norðurlendskt


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

20.04.2017 - 11:52

Tíðindi > Tíðindi > Noreg

Fyrrverandi norski stjórin í Norðurlandahúsinum, Jan Kløvestad, hevur fingið nýtt starv frá 1. september. Hann verður tá dagligur leiðari í Norðurlendsku Kunningarstovuni fyri Suðurnoreg, sum hevur skrivstovu í Arendal.

Arendal liggur ikki so langt frá Tvedestrand, har hann hevur virkað sum dagligur leiðari fyri Bokbyen ved Skagerak, sum er eitt mentanarstovnur, sum samskipar tiltøkini í sambandi við at Tvedestrand er útnevndur til bókabý.

- Eg gleði meg at sleppa aftur at arbeiða fulla tíð við norðurlendskum málum, skrivar Jan Kløvstad í eini dagføring á Facebook í dag.

Umframt at hava verið stjóri fyri Norðurlandahúsið í Havn og Katuak í Grønlandi, hevur Jan Kløvstad eisini roynt seg sum politiskan embætismann knýttan at miðflokkinum Venstre. Í 1999 gjørist hann mentanarstjóri í Tvedestrand, eitt starv hann røkti í 10 ár innan hann tók við sum leiðari fyri Bokbyen Skagerak, sum hann sjálvur hevði fingið í lag.

Hann hevur sitið í fleiri skeið í býráðnum í Arendal, umboðandi Venstre, og er í løtinum valdur í fylkistingið.