Janet Jackson (Mynd: EPA)

Janet Jackson: 50 ár og mamma á fyrsta sinni


Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn



Ingi Samuelsen

04.01.2017 - 08:39

Mentan >

Amerikanska sangarinnan, Janet Jackson er, 50 ára gomul, vorðin mamma fyri fyrstu ferð. Sonurin Eissa Al Mana er komin til verðina í øllum góðum, skrivar Reuters.

Í apríl mánaði í fjør boðaði Janet Jackson frá umvegis Twitter, at hon breyt konsertferðina ”The Unbreakable Tour” av, tí at hon var vorðin við barn við manni sínum, Wissam al-Mana, sum er úr Katar. Læknin hevði givið henni boð um at binda frið.

At kendir manligir tónleikarar gerast pápar uppi í fimmti árunum er als ikki óvanligt. Men at tað sama hendir fyri kvinnur er sjáldsamt. Janet Jackson er tó ikki tann fyrsta kenda kvinnan, ið gerst mamma lutfalsliga seint í lívinum.

Sjónleikarin Geena Davis fekk sítt fyrsta barn sum 46 ára gomul, sjónleikarin Halle Berry var 47 og Kelly Preston, kona John Travolta, var 48 tá hon átti fyrstu ferð, skrivar BBC.

Janet Jackson fyllir 51 ár 16. mai. Umframt at vera kend sum yngsta av systkinunum í Jackson familjuni, og sostatt lítlasystir Michael Jackson sála, er hon eisini kend fyri hitt sum ”That’s The Way Love Goes’, ’Together Again’ og ’Rhythm Nation’.