Janus Petersen.

Janus Petersen: Helmingurin av brúkarunum hava teknað seg til NemID

Hallur av Rana

04.05.2015 - 14:26

Tíðindi > Pengar > Bankavirksemi

Tá elvdi til mikið rok, tá tað fyri nøkrum vikum síðani gjørdist greitt, at føroysku peningastovnarnir høvdu ætlanir um at umleggja innritingarskipanina í netbankanum soleiðis, at brúkarar framyvir skuldu rita inn við donsku skipanini NemID.

Politikarar, fakfólk, vanligir brúkarar og onnur kravdu, at ætlanin varð slept, og skipað var fyri mótmælisbólkum á facebook, har fólk staðfestu sína ónøgd.

26. mars gjørdist greitt, at móttrýstið frá kundunum virkaði, tí tá boðaðu peningastovnarnir frá, at ætlanin varð broytt, og at NemID gjørdist ein valmøguleiki.

Nú nærkast tó til nýggja skipanin verður tikin í brúk 28. mai, og í tí sambandi hevur Portalurin vent sær til Janus Petersen, formann í Felagnum Peningastovnar, fyri at spyrja hvussu undirtøkan er fyri nýggju innritingarskipaini.

- Í síðstu viku hevði helmingurin av brúkarunum, ið hava netbanka, teknað seg til NemID, og enn hava fólk tvær vikur at skráseta seg til nýggju skipanina. Man skal eisini taka hædd fyri, at tað eru nøkur, ið hava netbankan, men aldrin eru inni á honum, tí tey brúka bara netbankan á fartelefonini. Tey hava ikki sæð boðini.

Janus Petersen ásannar, at umleggingin skapti nakað av øsing, men at tað aldrin var ætlanin.

- Tað var aldrin ætlanin hjá okkum at skapa øsing um netbankan. Vit ynsktu bara at menna eina tryggja innritingarskipan, og nú hava vit tvær, sigur bankastjórin í stuttari viðmerking við Portalin.