Tíðindi
Tel: 20 80 80
T-post: redaktion@knassar.fo
Netredaktør: Sverri Egholm (Ábyrgd)
Lýsingar
Tel: 20 70 70
T-post: lysingar@knassar.fo
Aðrir fyrispurningar verða at senda til
Knassar
Tel: 20 80 80
T-post: knassar@knassar.fo
www.knassar.fo
Ungi havnamaðurin Janus Wiberg Mortensen, sum í 2014 gav út fløguna ”Breathing”, hevur nýliga innspælt nýggjan sang, ið ber heitið ”Mítt vakra Føroya land”.
Hetta er fyrsti sangurin, sum havnamaðurin gevur út á føroyskum máli, og snýr hann seg, sambært sangaranum sjálvum, um ein, ið hevur alsk til føroysku náttúruna.
Í stuttari viðmerking við Portalin sigur Janus, at hann hevur ætlanir um at gera fleiri sangir í næstum, og at hetta einans er tann fyrsti í røðini í hesum umfari.
Norðleif Wiberg Holm og Jens Marni Hansen hava skrivað orðini til sangin, Janus Wiberg Mortensen og Jens Marni Hansen hava gjørt lagið, Hans Poulsen hevur framleitt og ljóðblandað í IntroVers studio á Toftum, meðan Janus Wiberg Mortensen syngur sangin. Margretha Højgard Poulsen syngur kór.
Hoyr sangin omanfyri.