Janus Thomsen verður nýggjur stjóri í Effo



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

15.05.2018 - 10:16

Tíðindi > Olja > Annað

Janus Thomsen er settur sum nýggjur stjóri í føroyska orkufelagnum, Effo.

Janus Thomsen er 38 ára gamal og hevur seinastu 7 árini verið stjóri í Trygd. Hann hevur harafturat verið stjóri í lívstryggingarfelagnum NordikLív umframt marknaðarleiðari og leiðari fyri samanløgdu Privat- og Vinnudeildina hjá Trygd.

Janus Thomsen er útbúgvin cand.merc. frá Copenhagen Business School við sergrein í marknaðarføring, samskifti og leiðslu umframt HA í búskapi og teldufrøði.

- Janus Thomsen hevur viðkomandi royndir og útbúgving, góðar førleikar og hevur skapað góð úrslit í undanfarnu størvunum, sigur Árni Rasmussen, nevndarformaður í Effo.

Janus Thomsen tekur við stjórastarvinum aftan á Niels Juel Nattestad, sum eftir 22 ár takkar fyri seg.

- Hetta er ein spennandi avbjóðing og síggi eg áhugarverdar framtíðarmøguleikar fyri at styrkja og menna føroyska orkufelagið, sigur nýggi stjórin, Janus Thomsen.

Janus Thomsen tekur við sum stjóri 1. august.