Janus við nýggjum tónleikasjónbandi um Mimir



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

04.03.2018 - 14:27

Mentan > Mentan > Tónleikur

Marglistamaðurin Janus á Húsagarði hevur júst latið úr hondum nýtt tónleikasjónband um barrina Mimir saman við bólki sínum The Crowberry Band.

Um tónleikasjónbandið skriva tey á síðu teirra á Youtube: "Pub on the Corner er ein sangur um eina gamla barr í Tórshavn, sum eitur Mimir. Mimir er ein av teimum klubbunum, sum varð gjørdur fyri at sleppa at drekka, tá ið alkohol var bannað í Føroyum frá 1908 til 1992. Loyvt var einans at skeinkja fyri limum fram til 1992, men síðan tá hevur Mimir verið opið fyri øllum fólki."