(Mynd: BBC/Reuters)

Japan: Fólk jarðað í kavanum eftir spreinging í gosfjalli



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

23.01.2018 - 07:04

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Minst 12 fólk fingu skaða, tá eldgosið Kusatsu-Shirane í Japan tók at goysa ot grýtti grót út úr gosopinum, sum slongdist minst tveir kilometrar burtur. Tað skriva tíðindastovurnar AP og Reuters.

Tvey komu til skaða, tá vindeyguni í gondolini, tey sótu í, varð knúst av gróti, meðan aðrir skíðrennarar vórðu raktir av grótinum, meðan tey skíðaðu á einum skíðstaði nærhendis. Seks skíðakarar vórðu fangaðir í einum skalvalopi.

Eldgosið var orsøkin til at ein skalvur leyp. Minst ein perónur doyði og 12 vórðu jarðað undir kavanum. Seks av teimum 12 skíðarunum vóru frá japanska herinum, sum hevði vetrarvenjing í økinum – teir vorðu bjargaðir, men fleiri teirra hava brotið armar og bein, sigur japanski verjumálaráðharrin, Itsunori Onodera, sambært AP tíðindastovuni.

Ein persónur varð gravaður leysur eftir at hava ligið undir í kavanum í fleiri tímar.

Sambært japansku veðurstovuni fór Kusatsu-Shirane at goysa umleið klokkan 10 í morgun, lokala tíð – tað er um eitt tíðina hjá okkum. Vakmyndir vísa, hvussu stórur klettar fuku gjøgnum luftina og duttu niður í kavan.

- Tað var eitt stór brak og ein stór royksúla við svørtum royki, segði ein skíðrennari við japanskt sjónvarp.

Ein annar fortelur um steinar, sum vóru 10 til 20 sentimetrar stórir, ið duttu niður rundan um tey.

Streymurin fór í skíðøkinum, og fleiri skíðakarar sótu føst í gondolum í rennistreingjum í longri tíð eins og fleiri vóru stødd í smáttum uppi á fjallinum, og máttu hjálpast burtur.

Veðurstovan óttast fyri, at fleiri gos kunnu taka seg upp, og ávarar fólk móti fleiri líknandi spreingingum.

Kusatsu-Shirane er 2.160 metrar høgt, og hevur trý gosop, fylt við vatni. Størsta gosopið, Yugama, er 300 metrar breitt og 30 metrar djúpt. Í opinum er grønblátt vatn, tí vatnið hevur eitt Ph-virði upp á 1,2 og er sýrumiklasta vatnið í heiminum.

Fjallið hevur ikki goyst síðan 1983.

Tað eru 110 aktiv eldgos í Japan, og myndugleikarnir halda neyvt eyga við 47 av teimum alt samdøgrið. Í september 2014 doyðu 63 fólk, tá eldgosið Ontake tók at goysa. Tað var ringasta vanlukka í sambandi við eldgos í Japan í næstan 90 ár.



beint nú