Japan vann á 10 monnum

Ari av Rana

19.06.2018 - 14:11

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Fyrsti dysturin í bólki H er júst liðugt spældur, og hann endaði við 2-1 sigri til Japan á Kolumbia. Kolumbia vóru annars favorittar til dystin, men alt broyttist í triðja minutti.

Miðvallarin hjá Kolumbia Carlos Sanchez nýtti armin at verja fyri einari málroynd hjá Japan. Dómarin var skjótur, dømdi brotsspark og vísti Sanchez reyða kortið. Shinji Kagawa var tryggur frá ellivu metrum, og so var brekkan brøtt hjá suðuramerikanunum.

Í 39. minutti fekk Kolumbia javnvág í støðuna, tá Juan Quintero hegnisliga skeyt eitt fríspark undir múrin og í japanska málið. Japanar vóru í øðini, tí at teir hildu, at málmaðurin megnaði at halda bóltinum úti, men dómarin var ikki í iva í at bólturin var farin inn um mállinjuna. Við Goal Ref tøknini er heldur einki at koma eftir longur, tá ivamál er um bólturin var inni ella ikki.

Japan legði seg á odda 73. minutti, tá eitt hornaspark varð sent inn undir málið og Yuya Osako stútaði bóltin í málið.

Japan vann sær tí trý týdningarmikil stig í einum á pappírinum sera tøttum bólki.