Jarðfeingi kannar hvussu grundvatnið ferðast í undirgrundini



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jan Müller

07.03.2018 - 11:30

Oljan > Vinna & Tøkni > Orka

Jarðfeingið setti í 2017 fokus á at kanna, hvussu grundvatnið ferðast í føroysku undirgrundini. Hetta varð gjørt við at velja eitt royndarøki, sum síðani varð kortlagt skrivar heimasíðan hjá Jarðfeingi. 

Valt varð eitt royndarøki í Kollafirði, hetta tí at í 2014 var heitt vatn – 27oC – funnið í eini jarðhitaboring í Kollafirði, og enn renna 15 tons um tíman úr hesi skipan, sum í dag umfatar tríggjar jarðhitaboringar.

Basalt er í stóran mun eitt lutfalsliga tætt grótslag, sum í sær sjálvum inniheldur lítið av vatni. Í støðum kann tað tó vera poknut, men lítið og einki samband er vanliga millum tær einstøku poknurnar, so gjøgnumstroymið er lágt. Nógva staðni eru tílíkar basaltfláir tó meira ella minni rivutar, og grundvatn situr í stóran mun í hesum rivum og rivuløgum.

Eisini kann vatn sita á markamótinum millum tær ymisku basaltfláirnar, serliga í legugrýtislindum, sum nógva staðni finnast ímillum tær fastaru basaltfláirnar. Hesar legugrýtislindir kunnu vera porøsar við høgum gjøgnumstroymi av vatni.

Í 2017 varð royndarøkið kortlagt við atliti til rivur og fláamørk. Í løtuni verða dáturnar frá Kollafjarðaleiðini viðgjørdar, og ætlanin er, at ein frágreiðing skal vera tøk 1. mai 2018. 

" Vónandi verður hetta byrjanin til at skilja grundvatnsskipanina í Føroyum betur, hvussu grundvatnið flytir seg, og hvar man finnur tað," siga serfrøðingarnir á Jarðfeingi.