(Mynd: CNN)

Jarðskjálvti í Iran og Irak er mest deyðiligi í 2017



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ari av Rana

13.11.2017 - 17:56

Tíðindi > Uttanlands > Vanlukkur

Í minsta lagi 452 fólk eru deyð og fleiri túsund eru særd eftir at ein sera harður jarðskjálvti rakti Iran og Irak.

Hetta er jarðskjálvtin, sum hevur kravt flest mannalív í 2017. Jarðskjálvtin varð máldur at verða 7.3 á Richterstiganum.

Áleið 100 av teimum deyðu eru frá einum býin í Kermanshah økinum í Iran. Inntil nú eru 445 fólk váttaði dripin í Iran, meðan 7100 eru særd.