Savnsmynd: Sverri Egholm

Jaspis og Ametyst landa í Havn



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Kiran Jóanesarson

12.06.2018 - 13:11

> Tíðindi > Føroyar

Partrolararnir Jaspis og Ametyst komu á Havnina í nátt.

Upplýst verður, at teir hava umleið 300.000 pund, og nógv tann størsti parturin av veiðuni er hýsa.

Parið, sum hevur fiskað eystanfyri hendan túrin, kom á Havnina í nátt, og byrjað var at landa trolararnar tíðliga í morgun.

Tá ið Jaspis og Ametyst hava landað, fara teir nýggjan túr undir Føroyum.