Mynd: Jens Kr. Vang

Játtanarkarmar: Frá neyðhjálp til tunnilstoymi til útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsi



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Jens Hákun Leo

31.03.2017 - 13:15

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Fíggjarpolitikkur

Á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum í dag, har ið Kristina Háfoss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, legði fram játtanarkarmarnar, sum eru grundarlagið undir fíggjarlógini fyri komandi ár, kom fram, at játtanin til neyð- og menningarhjálp skal hækkast.

Játtanin, sum var 3,5 milliónir krónur í 2016, skal hækkast til 9,5 milliónir krónur í 2018 og síðan til 12,5 milliónur krónur í 2019.

Hetta førdi Kristina Háfoss fram undir teiginum uttanríkispolitikkur, har ið hon eisini vísti á, at ætlanin hjá samgonguni er at betra marknaðaratgongdina til allan heimin.

Av øðrum átøkum nevndi Kristina Háfoss, at ætlanin er at skipa fyri einum...:

- Grønari Føroyum, t.e. harundir at fáa bíligari streym um náttina, eina nýggj náttúruverndarlóg unframt eina náttúrufyrisiting.

Og at seta á stovn eitt...

- Tunnilstoymi, sum fær 7 milliónir krónur at arbeiða við til smærri tunnilsverkætlanir, ið skulu koma aftrat teim størru tunnilsverkætlanunum, og at skipa fyri einum...

- Tryggari heilsuverki, t.e. harundir at seta í verk eina menningarætlan, útbyggja økispsykiatriina og at fremja eina útbygging av Klaksvíkar sjúkrahúsi eins væl og Landssjúkrahúsinum.