Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, leggur fram uppskotið um játtanarkarmar fyri 2015-2019 fram fyri almenningin á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum í dag (Mynd: Jens Kr. Vang)

Játtanarkarmarnir: Halda fast í at avlop skal vera í 2016



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Sveinur Tróndarson

31.03.2014 - 18:06

Tíðindi > Pengar > Landsbúskapur

Sjálvt um fíggjarlógin í fjør gevur rættiliga stórt hall og inntøkurnar í 2013 eru væl lægri enn roknað varð við, tá fíggjarlógin varð samtykt, so heldur samgongan fast í ætlanini um, at fíggjarlógin 2016 skal geva avlop.


Tað boðaði Jørgen Niclasen, landsstýrismaður við fíggjarmálum, frá á tíðindafundi í Fíggjarmálaráðnum fyrrapartin.

Klokkan 11 fyrrapartin legði landsstýrismaðurin við fíggjarmálum uppskotið um fíggjarkarmarnar fyri 2015-2019 fram, og har staðfesti hann, at samgongan enn ætlar at fíggjarlógin 2016 skal geva avlop. Spurningurin er, um tað ber til, tí uppskotið til karmar fyri 2015 vísir eitt hall uppá slakar 200 milliónir krónur.

Men við tiltøkum, sum á inntøkusíðuni skulu geva 252 milliónir krónur fram til 2016, og á útreiðslusíðuni skulu spara 146 milliónir krónur, skal gongdin vendast til eitt elalítið avlop í 2016, sum síðan skal vaksa til 65 milliónir krónur í 2019.

Hóast tað í dag ikki varð útgreinað neyvt, hvussu hesar 252 milliónirnar skulu fáast til høldar, so var størri spurningurin, hvussu ”útreiðslutálmingin”, sum koma til høldar.

Landsstýrismaðurin brúkti orku til at gera mun á sparing og útreiðslutálming, men frágreiðingin aftaná vísti greitt, at talan í øllum førum eisini verður um sparingar.

Sjálvt uppskotið um fíggjarkarmar fyri 2015 sær soleiðis út, at inntøkurnar eru mettar til 4,3 milliardir krónur, sum er nakað lægri enn mett fyri 2013 og nakað hægri enn roknskapurin fyri 2013 vístu.

Útreiðslurnar eru 4,2 milliardir krónur og løgurnar slakar 300 milliónir krónur. Tað er á leið tað sama, sum útreiðslurnar vóru fyri 2013. Stóri munurin millum 2013, 2014 og árini sum koma eftir tað er, at eldraøkið, sum kostar 370 milliónir, verður lagt út til kommunurnar at umsita við árslok í ár.