Herfinnur Árnafjall. Operan "Dagbókin hjá Leporello" verður sýnd á Tjóðpallinum í mars

Játtanir til yrkisleiklist



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Ingi Samuelsen

12.01.2018 - 10:44

Mentan > List > Leiklist

Landsstýriskvinnan við mentamálum, Rigmor Dam, hevur gjørt av at lata sjey verkætlanum stuðul av játtanini til yrkisleiklist í 2018.

Endamálið við hesi játtanini er at menna yrkisleiklistina, og stuðul kann latast feløgum, bólkum og einstaklingum, ið reka yrkisleiklistaligt virksemi, til leikrit, tónasmíð, leikstjórnan, framførslur, keyp av útbúnaði, verkætlanir, skeið, keyp av sakkønari hjálp og annað leiklistavirksemi.

Hesar verkætlanir fingu stuðul:
Vár Berghamar Jacobsen: Luddi og Lundisa – kr. 65.000
Katarina G. Nolsøe: Leitanin eftir at vera – kr. 75.000
Det Ferøsche Compagnie: Hamlet – kr. 80.000
GUT //Productions: Látur Medusu – kr. 80.000
Teatur Grugg v/ Súsonnu Tórgarð: 24 mislykte nordmenn – kr. 100.000
Tvazz v/ Gunnvá Zachariasen: Sansavilliniborgin “Býur okkara” – kr. 100.000
Opera.fo, v/Birita Adela Davidsen: Dagbókin hjá Leporello – kr. 150.000

“Dagbókin hjá Leporello”, sum hevur fingið 150.000 krónur í hesum stuðulsumfari, verður frumsýnd á Tjóðpalli Føroya í mars. Tað verður ein heldur øðrvísi leiklistalig uppliving á føroyska leikpallinum, tí talan er um eina kamaroperu, sum byggir á søguna um politiskt ókorrekta konufólkarevin Don Giovanni. Søgan verður søgd úr sjónarhorninum hjá tænara hansara Leporello.

Við í leikinum eru fleiri operasangarar, m.a. Ernst Sondum Dalsgarð, Herfinnur Árnafjall og Birita Poulsen.

Tilsamans vóru tíggju umsóknir, og søkt var um 1,7 milliónir krónur. Játtanin er 650.000 krónur.

Tað er Leiklistaráðið, sum viðger umsóknirnar og ger tilmæli til landsstýriskvinnuna sambært lógini um Tjóðpall Føroya og stuðul til yrkisleiklist v.m.