Mynd: EPA

Javnleikur á Etihad - møguliga ársins Premier League dystur

Steinar Patursson

19.03.2017 - 18:22

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Hóast tað endaði við javnleiki á Etihad í dag, so munnu áskoðararnir fegnast um, at teir hava sitið til ivaleyst ein av bestu Premier League dystum í ár.

Spælið gekk skjótt og væl báðar vegir, spælt varð hart, og ivaleyst var av málmøguleikum.

Satt at siga er tað eitt undur, at farið varð til hálvleiks við málleysum javnleiki.

Fyrsta málið skuldi ikki koma, fyrr enn 50 minuttir vóru farnir. Clichy feldi Firmino inni í brotsteiginum, og dómarin dømdi brotspark til Liverpool - ein avgerð, ið ivaleyst er dagsins samrøðuevni á hvørjari pub í Manchester. Røtt avgerð ella ei, so setti James Milner trygt straffið í netið.

City legði meira fyri at fáa okkurt burtur úr dystinum eftir hetta, og úrslitið frá stríðnum kom í 69. minutti, tá Aguero stóð sum móttakari á einum innleggi, ið hann lættliga kundi skjóta í málið.

Spælið helt síðani á við fullari ferð báðar vegir, og fleiri ferðir kundi dysturin verðið avgjørdur fyri annað liðið. Millum annað hevði De Bruyne eitt skot á stongina, Lallana hevði møguleikan framman fyri opnum máli, Firmino kláraði at brenna ein upplagdan málmøguleika, og Aguero megnaði ikki at finna máltevið í yvirtíðini, tá han hevði møguleika at avgerða dystin.

Tað sást væl á leikarunum, at talan hevði verið um ein harðan dyst, tí sum tíðin fráleið gjørdust beinini tyngri og tyngri, meðan skotini gjørdust meira og meira óneyv.

Fyrr í dag megnaði Tottenham eisini at vinna 2-1 á heimavølli móti Southampton, og úrslitini merkja, at nú liggur Tottenham einsamalt á 2. plássi við 59 stigum, meðan City og Liverpool liggja á 3. og 4. plássi við ávikavist 57 og 56 stigum. Ovast liggur enn Chelsea við 69 stigum.