Tað var Neistin, ið kundi fegnast eftir seinasta bríksl. Heimaliðið var aftanfyri so at siga allan 2.hálvleik, men við útjavnandi málið við fáum sekundum eftir, tryggjaði Neistin sær javnleik.
(Mynd: Sverri Egholm)

Javnleikur í frálíkari finalu

Agnar Frederiksen

18.04.2018 - 20:55

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Neistin og H71 leiktu 25-25 javnleik í inntensu fyrstu finaluni hjá monnum í Høllini á Hálsi í kvøld. Finalan hjáferðmikil, undirhaldandi og spennandi. Neistin og H71 leiktu til tíðir sera góðan hondbólt frammanfyri einari stórari og lívligari fjøld í Høllini á Hálsi. Tað leikaði javnt á, og tað samanum kom endaði tað javnt.

Fyrstu minuttirnar skiftust liðini um at skora.´Eftir fimm minuttir var støðan 3-3. Men eftir eina løtu tók H71 yvir. Hoyvíkingar førdi 6-3 og 7-4, og sóu út til at hava yvirtakið. Men ein blanding av útvísingum til H71, einum Rasmus Søby sum av álvara kom í gongd, og nøkrum bjargingum frá Mikkjal Hansen, ið var komin inn í málið hjá Neistanum, gjørdi at heimaliðið kom skjótt á javnt aftur.

Liðini leiktu áhaldandi við høgari leikferð, og tað bylgjaði aftur og fram. Tað varð heldur ikki hildið aftur í takklingum, og tað var ongantíð ein “deyð løta” í hálvleikinum ella í dystinum. Tað var javnleikur 14-14, tá liðini fóru at hvíla seg.

Tað lá til, at tað skuldi verða spenningur  heilt til seinasta bríksl. Og tað gjørdi tað eisini. H71 var eitt eitt sindur omaná, og hevði eina leiðslu størsta partin av 2.hálvleiki. Men leiðslan var allatíðina smøl, og Neistin vildi ikki sleppa takinum.

Málverjarnir Jens á Skipagøtu og Ari Dam høvdu báðir nakrar góðar bjargingar, og Neistin brendi nakrar opnar møguleikar, sum vóru við til at halda leiðsluni hjá hoyvíkingum. Í hinum endanum fekk Nicholas Satchwell eisini betri fatur á í 2.hálvleiki, og hann gjørdist avgerandi til endans.

Tá lítil hálvur minuttir var eftir var støðan 24-25, og Neistin fekk brotskast. Og eins og undanfarnu brotskøst hjá Neistanum, so var Høgni Zachariassen sera tryggur. Hoyvíkingar høvdu nú fá sekund eftir, ti lat avgera dystin , og Andor Í Horni Sivertsen fekk ein góðan møguleika av vonginum til seinast. Vinkulin gjørdit kanska heldur spískur, og Satchwell fekk eisini forðað fyri, at hoyvíkingar vunnu í Høllini á Hálsi.

Javnleikur hevur við sær, at finalan leygardagin verður púra avgerandi, uttan so at tað aftur endar javneikur. Hetta var triði javnleikur útav sjey møguligum í innanhýsis dystum hjá hesum báðum, so tað er tó væl møguligt. Eingin ivi er í hvussu er um, at lagt er upp til ein sera spennandi dyst í Hoyvíkshøllini leygarkvøldið.

Neistin - H71 25-25(14-14)

Toppskjúttar: Rasmus Søby 7 mál, Peter Krogh 10 mál