Unga Julia Naomi Mortensen skoraði málið fyri HB í Klaksvík í dag (Mynd: Sverri Egholm)

Javnleikur í oddadystinum í Klaksvík

Agnar Frederiksen

17.06.2018 - 14:25

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur
Fyri stuttum vann HB á KÍ í hálvfinalunum í steypakappingini, og sló harvið sigursvanda liðið út. Í dag møttust liðini í landskappingini í Klaksvík.

HB var trý stig á odda undan dystinum, og kundi við sigri leggja sjógv ímillum seg og KÍ. Tað var málleyst í hálvleikinum, men stutt inn í 2.hálvleik legði Gudný Johannesen klaksvíkskvinnur á odda. Heimaliðið var harvið á veg til at taka trý týdningarmikil stig, men so javnaði Julia Naomi Mortensen við beinleiðis frísparki. 

Tað endaði 1-1, og tað er HB, ið kann fegnast meira um hetta úrslitið í oddastríðnum. EBS/Skála spælir á Toftum nú, og um føroyameistarin vinnur so er bert eitt stig upp til HB, men HB hevur framvegis munin og heldur frástøðuna niður til KÍ.

Betri-deildin 10.umfar:

KÍ - HB 1-1(0-0)