VB og Kyndil leiktu javnt í Vági í kvøld. (Mynd: Bjartur Vest/Savnsmynd)

Javnleikur í Vági

Agnar Frederiksen

20.09.2017 - 22:03

Ítróttur > Ítróttur > Hondbóltur

Greipuvinnarin Kyndil fer norður um Suðuroyðarfjørð við einum stigi. VB og Kyndil leiktu javnleik í VB-høllini í kvøld.

Tað var Kyndil, sum kom á odda tíðliga, og helt eisini leiðsluna so at siga allan dystin. Í hálvleikinum var munurin fýra mál; útiliðið var á odda 11-7. Men spakuliga át VB seg inn, og ímóti endanum var sera spennandi. Kyndil var á odda 21-19, men so fekk VB tvey mál, og tað endaði 21-21.

Sostatt hava bæði liðini trý stig fyri tveir dystir, og eru sostatt fyribils á odda í Hvonn-deildini. Í morgin tekur STÍF ímóti Neistanum, og vestmannakvinnur spæla sín fyrsta dyst í ár í Hoyvík. Báðir dystirnir byrja kl.18.30. 

2. umfar
VB - Kyndil 21-21(7-11)

Toppskjúttar:
Mathilde M. Pedersen(VB) 8 mál, Bára K. Hansen (Kyndil) 6 mál