Mynd: EPA

Javnleikur millum Liverpool og Watford

Rakul Sjúrðardóttir Frederiksberg

12.08.2017 - 13:28

Ítróttur > Ítróttur > Fótbóltur

Dysturin millum Watford og Liverpool er júst liðugur og endaði við javnleiki.

Tá átta minuttir vóru spældir, skoraði Okaka Chuku fyri heimaliðið. Tá ein knappur hálvur tími var spældur, javnaði Sadio Mané, 1-1. Bert tveir minuttir seinni, skoraði Abdoulaye Doucoure fyri heimaliðið. Hálvleikstøðan var tískil 2-1 til Watford.

Tá tíggju minuttir vóru spældir av seinna hálvleiki, var ein Liverpoolspælari feldur inni í brotsteiginum, og Liverpool fekk brotsspark. Roberto Firmino skoraði brotssparkið, og støðan gjørdist 2-2.

Fáir minuttir seinni skoraði Mohamed Salah úr Liverpool til 3-2, og tað sá út til, at tað fór at vera endaliga støðan. So var ikki, tí í yvirtíðini skoraði Miguel Britos fyri Watford, og støðan varð 3-3.