Tá tingið varð sett í dag. Mynd: Jens Kr. Vang

Javnstøða í landsstýrinum, kvinnur ráða í samgonguni

Steinar Patursson

15.09.2015 - 12:30

Tíðindi > Samfelag & Politikkur > Landspolitikkur

Nú landsstýrissessirnir eru býttir út og funnið er fram til hvørji varafólkini eru, so er áhugavert at síggja kynsbýtið bæði millum landsstýrisfólkini, men eisini tingfólkini hjá samgonguni.

Í landsstýrinum er støðan so jøvn, sum hon kann vera. Rigmor Dam, Eyðgunn Samuelsen, Kristina Háfoss og Sirið Stenberg eru allar komnar í landsstýrið saman við Aksel V. Johannesen, Høgna Hoydal, Henrik Old og Poul Michelsen. Tað gevur so fýra av hvørjum kyni.

Kanska enn meira áhugavert er at síggja, at hjá tingfólkunum hjá samgonguni teljast fleiri konufólk enn mannfólk.

Sonja Jógvansdóttir, Helena Dam á Neystabø, Kristianna Winther Poulsen, Annita á Fríðriksmørk, Katrin Kallsberg, Bjørt Samuelsen, Óluva Klettskarð, Ruth Vang og Hanna Jensen telja tilsamans níggju kvinnur, meðan Heðin Mortensen, Kristin Michelsen, Bjarni Hammer, Jónleif Johannesen, Djóni Nolsøe Joensen, Páll á Reynatúgvu, Magni Arge og Pauli Trond Petersen sum kunnugt bert eru átta menn.

Um Annika Olsen endar í Framsókn, sum er alt annað enn óhugsandi, so verður kynsbýtið soleiðis, at 10 kvinnur eru í mun til átta menn.

Tó er ikki sama mynstur galdandi, um alt tingið verður tikið við, tí eingin kvinna situr á tingi fyri Sambandsflokkin, og eftir at Annika Olsen takkaði fyri seg í Fólkaflokkinum, so er bert Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttir eftir.