Jenis av Rana (Savnsmynd, Jens Kr. Vang)

Jenis av Rana: Kringvarpsfólk halda seg eiga sannleikan



Veitst tú eina søgu?

Er tað ein søga, sum ikki hevur staðið á Portalinum?
» Send inn

Oda Strøm

16.04.2018 - 06:32

Tíðindi > Trúarlív

Í gjárkvøldið sendi Jenis av Rana, løgtingsmaður fyri Miðflokkin, miðlunum eitt lesarabræv, har hann finst at Kringvarpinum. Jenis skrivar í lesarabrævinum, at hann er ónøgdur við hvussu Kringvarpið hevur handfarið úrslitið av kanningunum, sum vórðu gjørdar í samband við Gud Signi Føroyar sendirøðina.

- Í øði fara tey, saman við sjálvprofilerandi "vertinum", at royna at finna orsøkir til, hví tað er so galið, hví tað er so illa statt við føroyska skúlunum, og hví føroyingar eru so frekir at trúgva uppá Gud, Skapara Himins og jarðar.

Eitt eru prátini við menn, sum hava valt ikki at trúgva Gudi, men hví, í hesi øði, faraút á skúlarnar at stilla lærarar til svars fyri, hví hesir ikki hava megnað, áðrenn skúlalok, at hava rikið trúnni úr næmingunum?

Jenis av Rana nevnir eisini í lesarabrævinum, at vísindin vísir, hvussu stórur Gud er, og at tað er ein veruleiki, sum hevði verið upplagt hjá onkrum kringvarpsfólki at greitt føroyingum frá.

- Aftur og aftur vísir vísindin okkum, hvussu ómetaliga stórur Gud og Skapari okkara og skapanarverk Hansara er, ella, sum ”Tóra” so væl skrivar í viðmerking á portal.fo: ”Onki er meir ótrúligt enn hvussu cellubiologi og genetik rigga.... og tá man lærur hesi fak, er tað ringt ikki at trúgva uppá Guð”

- Og tann veruleikin hevði verið upplagdur hjá onkrum av dugnaligu kringvarps-fólkunum at greitt føroyinginum frá, honum sum trúfast verður tvangskravdur lurtara- og hyggjaragjald.

Lesarabrævið hjá løgtingsmanninum kann lesast her